Trupulleikar - mest vanligu:

 

1. Myndin á IKTUS frystir, hakkar ella kemur ikki fram, hóast hon er leita inn (intet signal):

 
Mest vanliga orsøkin er, at signalið er ov veikt. Royn at venda antennuni beint móti einum sendara hjá R2net, har IKTUS sendir á; sí yvirlit yvir sendarar í teiginum Vegleiðingar (sendistøðini eru á Nólsoynni, á Varða, á Oyrnafjalli, í Vági, í Søldarfirði, á Klakki, á Varmakeldu, í Norðragøtu og á Gøtueiði). 

Um tit hava eina eldri inni-antennu, kann vera at hon er ov veik, best er at hava eina útiantennu, tí tær verða ikki líka lætt órógvaðar at fartelefonum, bilum, tráðleysum interneti, mikroovnum o.s.fr.
 
Nakrar av antennunum mugu hava streym fyri at virka, og tað kann annaðhvørt vera frá sjónvarpi/móttakara ella egnari streymforsýning. Kanna um streymur er settur til.

NB!! Fleiri av nýggju antennunum hava filtur, sum verja móti órógvi á frekvensinum, tí í dag er sera nógv sum kann órógva sjónvarpssignalið, men um man brúkar "gamlar" káplar at forleingja við, so kann signalið blíva vánaligt av teimum.
Tað er umráðandi, at allir káplar og stik eru av góðum kvaliteti og væl skermaði!



2. IKTUS kemur ikki inn á Panasonic sjónvarp:


Fleiri sum hava Panasonic sjónvarp fáa ikki IKTUS rásina inn, hóast tey hava góða antennu og hava gott sýni til eina sendistøð hjá R2net.


Í tí førinum kann man velja "factory reset" í sjónvarpinum og velja Luxembourg ella Schweiz (ikki Dk og UK), tá man startar uppaftur. Tá plagar at virka at leita IKTUS inn.