Er IKTUS ókeypis?
IKTUS er ein sokallað free-to-air rás, t.v.s. hon krevur einki kort, er ókeypis at síggja, og verður bert fíggjað við stuðlum og gávum.
IKTUS takkar hjartaliga teimum, sum hava teknað seg sum stuðlar og latið sjálvbodnar gávur, tit gera tað møguligt hjá okkum at senda føroyskar sendingar, sum eru til signingar fyri mong!
Soleiðis kanst tú stuðla!
Higartil hevur næstan alt arbeiðið í IKTUS verðið gjørt sjálvboðið, og vit megna enn sjálvi at framleiða og senda 3 nýggjar sendingar flestu vikur, men vit ynskja at seta 2 fólk í parttíðarstarv til at taka upp og redigera fleiri sendingar. Tí er umráðandi við fíggjarligum stuðli og gávum, fyri at tryggja kontinuitet, tí tað krevur nógva tíð at gera sjónvarpssendingar. Útgerð má eisini nýtast til upptøku og at senda, og eisini ynskja vit at røkka fleiri bygdum.
Okkara mál í byrjanini var at fáa 1.000 stuðlar, sum lótu kr. 100 um mánaðin ella 500 stuðlar á kr. 200,- o.s.fr.
Vit eru sera takksom fyri tann stuðul, vit longu hava fingið, sum nú aftaná 12 ár er á leið ein triðingur av tí, sum vit ynskja okkum - vit hava á leið 170 fastar stuðlar, sum geva á leið kr. 34.000,- um mánaðin tils. - so tað gongur rætta vegin, og vit vóna, at enn fleiri fara at tekna seg sum IKTUS stuðlar! Fólk eru eisini vælkomin at geva eina eingangs gávu.
Vilt tú verða við í hesum arbeiði og tryggja at IKTUS kann halda áfram og mennast, og onnur øki eisini kunnu síggja - t.d. Vágar og Sandoy - kann stuðul latast á kontu í peningastovni.
Viðmerkjast kann á flytingina, um ein ynskir at stuðla ávísari sending ella stuðla leigu av sendineti, so vit kunnu senda til aðrar partar av landinum skjótast gjørligt!
Tey, sum ynskja at tekna seg sum fastir IKTUS-stuðlar, kunnu stovna fastar flytingar í sínum banka ella netbanka.
Fastgjald kann t.d. vera kr. 50 - 100 - 200 - 400 ella meira um mánaðin.
Kontunr. hjá IKTUS, Kristiligt kringvarp:
-
Betri Banki, 9181 167.556.9
- BankNordik, 6460 179.921.7
-
Norðoya Sparikassi, 9865 418.834.3
Virkir og fyritøkur eru eisini vælkomin at stuðla og kunnu seta seg í samband við okkum á iktus@iktus.fo ella á tel. 507710, um tey ynskja, at vit kunngera stuðulin á skerminum (t.d. við teirra logo).
Eitt stuðulsskjal kann takast niður her
Vit ynskja fegin, at biðið verður fyri hesum átaki, og fyri teimum ið á ymiskan hátt skipa fyri og luttaka í sendingum, og fyri hyggjarunum, at sendingarnar skulu verða teimum til uppbygging, frelsu og troyst.
2. Pæt. 3.9: tí Hann vil ikki, at nakar skal fortapast, men at øll skulu koma til umvending.