Trýst: Brot frá Bíbliuhátíðarhaldi í Hoyvíkar kirkju.

Hvørjar sendingar verða?

 
Endamálið er at senda mest møguligt føroyskt tilfar, innihaldið verður t.d. evangeliskar talur, vitnisburðar, andaktir, Bíbliulestur, fyrilestrar, prát við gestir um lív og átrúna (bæði sum interview og kjak), náttúrusendingar, samrøður og upptøkur frá føroyskum trúboðarum, møtir frá ymiskum samkomum og kirkjum og upptøkur frá evangeliskum og mentanarligum tiltøkum í Føroyum, sum eru viðkomandi fyri hesa rásina.
Vit hava tíverri ikki havt møguleika at sent konsertir o.l. vegna sera órímilig krøv frá Koda um samsýning frá føroyskum lokaltv fyri nýtslu av vardum tónleiki.
Tey fyrstu árini sendu vit 1-2 tímar, 5 dagar um vikuna, og nú senda vit nakrar tímar hvønn dag, men vit ynskja at víðka um senditíðina, samstundis sum kirkjur, samkomur og onnur áhugað byrja at lata meira tilfar og kunnu luttaka í beinleiðis sendingum. 
 
EITT SKRIV TIL SAMKOMUR OG KIRKJUR KANN TAKAST NIÐUR HER.
 
 
Regluligar sendingar:
 

Orðið

 - Bíbliulestur við Anju Hansen - verður sent hvønn mánadag til leygardag kl. 11:00, 16:00 og 21:00, og sunnudag kl 14:30 og 21:00.

Møtir og talur - upptøkur frá føroyskum samkomum og kirkjum, har allar evangeliskar kirkjur og samkomur kunnu luttaka. Sí eitt skriv til samkomur og kirkjur her omanfyri og okkara Trúarjáttan í teiginum "Um okkum". Verður endursent sunnudagin eftir.

Samrøður - sendingar við ymiskum gestum og vertum, har tosað verður um teirra lív, um frelsu, tænastu, viðkomandi evni o.a. Upptøkur verða bæði gjørdar í studio og heima hjá teimum.

Hjálparfelagsskapir - sendingar um ymiskar hjálparfelagsskapir, har vit hava samrøður við bæði føroysk umboð og útlendsk umboð, sum vitja í Føroyum.

Fyrilestrar - ymiskir fyrilestrar um evni, sum eru viðkomandi og nyttulig fyri anda, sál og likam. Nevnast kunnu fyrilestrar um Bíbilsk evni, um áhugaverdar persónar, hjúnaband, fyribyrging móti ymiskari misnýtslu, Pro Vita fundir, sálarrøkt og ráðgeving o.a.

Trúboðan - sendingar við ymiskum trúboðarum og um trúboðan. Ábyrgd: Anja, tel 507710. 

Gaither - Vit høvdu avtalu við donsk umboð, har vit fingu loyvi at spæla Gaither tónleik á IKTUS, men tíverri kundi ongin Gaither tónleikur verða sendur, vegna sera órímilig krøv frá Koda um samsýning frá føroyskum lokaltv. 



Sendingar á netinum:

Yvir 100 sendingar og smærri fílur eru lagdar á okkara Youtube kanal "IKTUSsjonvarp":  Trýst her.