Til Televarpshyggjarar


Televarpshyggjarar í Havn, sum ynskja at síggja IKTUS, kunnu royna at venda antennuni móti Nólsoyar bygd í staðin, tí Televarpið sendir eisini frá Nólsoynni. Men tá má móttakarin nullstillast, og allar rásirnar leitast inn av nýggjum á automatisk leiting. Tá kemur IKTUS eisini inn. Um leita verður á manuel leiting, sendir Televarpið frá Nólsoynni á kanal 46, 48, 50 og 52. IKTUS sendir á kanal 34 frá Nólsoynni, sí "Sendinetið" í vinstru síðu.
 
Tey sum síggja Televarpið frá sendara á Varða, kunnu leita rásirnar inn av nýggjum á automatisk leiting, so skuldu rásirnar hjá R2net eisini komi inn (IKTUS). Um eingin mynd kemur fram, sí trupulleikar nr 2 í vinstru síðu!
 
NB! Tað er fyribils bert í miðstaðarøkinum (Tórshavn, Toftum og á Skálafjørðinum) og Klaksvík, Leirvík, Skopun, á Tvøroyri, í Vági, í Gøtu, á Kambsdali og í Fuglafirði at Televarpshyggjarar kunnu síggja IKTUS, tí IKTUS er ikki í Televarpspakkanum, men verður send á øðrum sendineti frá Nólsoynni, av Varða, frá Søldarfirði, av Knúki, av Oyrnafjalli, í Vági, av Klakki, av Varmakeldu, frá Norðragøtu og av Gøtueiði; og fyri at síggja IKTUS má ein hava beinleiðis sýni, við ongum fjalli uppfyri, til eina antennu, sum sendir IKTUS, sí "Sendinetið" í vinstru síðu.
 
Televarpshyggjarar, sum hava trupulleika við at myndin IKKI kemur fram ella frystur, kunnu lesa vegleiðing í vinstru síðu. 
Eisini eru vegleiðingar til at leita IKTUS inn manuelt.
Vegleiðing at leita IKTUS inn á nýggjum Televarpskassum er her: FT001-HD, TV HD-2
og Samsung sjónvarp.
Eru aðrir spurningar kann ringjast til IKTUS á tel 507710.
 

 
Televarpshyggjarar í Tórshavn og á Toftum:
 
IKTUS sendir frá antennu á Varða.
Bæði Televarpið og R2net senda frá Varða, so nú kunnu Televarpshyggjarar í Tórshavn, sum venda antennuni móti Varða, eisini leita inn rásina IKTUS á kanal 31 - 554 Mhz (sama sum í Klaksvík). Leita á automatisk leiting ella manuelt, nýt somu vegleiðing sum hyggjarar í Klaksvík. Besta signal fæst við eini útiantennu.
 
Vegleiðing at leita IKTUS inn á nýggjum Televarpskassum er her: FT001-HDTV HD-2og Samsung sjónvarp.
 
 
 
Televarpshyggjarar í Klaksvík og Leirvík:
 
Sendistøð á Klakki.
Bæði Televarpið og R2net senda frá Klakki, besta signal fæst við at venda antennuni móti Klakki og nullstilla móttakararnar, so teir leita rásirnar inn av nýggjum.
 
Vegleiðing at leita IKTUS inn á nýggjum Televarpskassum er her: FT001-HDTV HD-2og Samsung sjónvarp.



Televarpshyggjarar á Kambsdali og í Fuglafirði:
 
IKTUS sendir frá antennu á Varmakeldu.
R2net sendir frá Varmakeldu, so nú kunnu Televarpshyggjarar á Kambsdali og Fuglafirði, sum venda antennuni móti Varmakeldu, eisini leita inn rásina IKTUS á kanal 28 - 530 Mhz. Leita á automatisk leiting ella manuelt, nýt somu vegleiðing sum hyggjarar í Klaksvík, men skriva í staðin kanal 28 ella 530 Mhz. Besta signal fæst við eini útiantennu.
 
Vegleiðing at leita IKTUS inn á nýggjum Televarpskassum er her: FT001-HDTV HD-2og Samsung sjónvarp.
 
 

Televarpshyggjarar á Tvøroyri:
 
IKTUS sendir nú frá antennu á Oyrnafjalli.
R2net sendir nú frá Oyrnafjalli í Suðuroynni, so nú kunnu Televarpshyggjarar á Tvøroyri, sum venda antennuni móti Oyrnafjalli, eisini leita inn rásina IKTUS á kanal 28 - 530 Mhz. Leita á automatisk leiting ella manuelt, nýt somu vegleiðing sum hyggjarar í Klaksvík, men skriva í staðin kanal 28 ella 530 Mhz. Besta signal fæst við eini útiantennu. 
Seinni kann IKTUS eisini síggjast á Øravík og parti av Fámjin (treytað av beinleiðis sýni til Oyrnafjall).
 
Vegleiðing at leita IKTUS inn á nýggjum Televarpskassum er her: FT001-HDTV HD-2og Samsung sjónvarp.
 


Televarpshyggjarar í Vági:
 
IKTUS sendir nú frá antennum omanfyri Vág og á Spinunum.
R2net sendir nú frá Vági og frá Spinunum í Suðuroynni, so nú kunnu Televarpshyggjarar í Vági eisini leita inn rásina IKTUS á kanal 31 - 554 Mhz. Leita á automatisk leiting ella manuelt, nýt somu vegleiðing sum hyggjarar í Klaksvík og leita eftir kanal 31 ella 554 Mhz. Tey uttastu húsini í Vági kunnu leita eftir signal frá Spinunum á kanal 33 - 570 Mhz. Besta signal fæst við eini útiantennu.
 
Vegleiðing at leita IKTUS inn á nýggjum Televarpskassum er her: FT001-HDTV HD-2og Samsung sjónvarp.



Televarpshyggjarar á Sandi, Velbastað, Kirkjubø og Miðvági:
 
- Sendir ikki í løtuni. Sí teigin "Ólag"
Bæði Televarpið og R2net senda nú frá Knúki, so nú kunnu Televarpshyggjarar á Sandi, Skopun, Velbastað, Kirkjubø og parti av Miðvági og Giljanes, sum venda antennuni móti Knúki, eisini leita inn rásina IKTUS á kanal 31 - 554 Mhz (sama sum í Klaksvík og á Varða). Leita á automatisk leiting ella manuelt, nýt somu vegleiðing sum hyggjarar í Klaksvík. Besta signal fæst við eini útiantennu. 
Fólk í Skopun, sum longu síggja IKTUS av Nólsoynni á kanal 34, nýtast einki at broyta.
 
Vegleiðing at leita IKTUS inn á nýggjum Televarpskassum er her: FT001-HDTV HD-2og Samsung sjónvarp.