Endamál og trúarjáttan hjá IKTUS, kristiligt sjónvarp
Endamál:
IKTUS (ἰχθύς), sum á griskum merkir fiskur, var eyðkennið hjá teimum fyrstu kristnu, og hevur verið brúkt av kristnum kring allan heimin líka til í dag. Endamálið við sjónvarpsrásini IKTUS, er at bera út evangeliið um Jesus Kristus í Føroyum og virka fyri trúboðan uttanlanda, og sum navnið sigur, at vera menniskjafiskimenn. Vit ynskja at vera eitt net, sum samkomur og kirkjur í Føroyum kunnu brúka til at boða evangeliið út um samkomuveggirnar.
Mark. 1.17: Jesus segði við teir: "Fylgið Mær, so skal Eg gera tykkum til menniskjafiskimenn!"
Trúarjáttan:
IKTUS er felagskirkjulig, tað vil siga, at allar evangeliskar kirkjur og samkomur kunnu luttaka við møtum og sendingum. Tað viðførir, at ymiskar meiningar og sjónarmið kunnu koma fram í sendingunum, men sendingarnar byggja á sama evangeliska høvuðsgrundarlag:
- Vit boða trúgv á Gud Faðirin, Gud Sonin og Gud Heilaga Andan. Teir eru æviga tríggir persónar og eru eins í mátti og dýrd og eru ein Gud.
- Gud er skapari heimsins og heldur øllum heiminum uppi.
- Menniskjan er skapt ævig í mynd Guds, men syndin gjørdi skilna millum Gud og menniskjað.
- Jesus er Guds dýrabara offurlamb, sum doyði fyri synd heimsins, Hann reis upp frá teimum deyðu og situr nú í dýrd við høgru hond Guds, og øll kunnu verða frelst við trúgv á Jesu Kristi fullgjørda verk!
- Einasti vegur til Gud er gjøgnum Sonin Jesus Kristus!
- Heilagi Andin - talsmaður og andi sannleikans - tekur bústað í teimum, sum trúgva, og innsiglar tey.
- Bíblian er innblást av Gudi, skrivað undir leiðslu Heilaga Andans og er Orð Guds til menniskjað.
- Jesus Kristus fer at koma aftur til at heinta tey trúgvandi heim til Sín, har Hann hevur gjørt teimum stað til reiðar, og tey skulu altíð liva saman við Honum!
Vers: 1 Mós.1,1 - 1 Mós.1,26 - Es.9,6 - Es.9,7 - Es.53,5 - Es.53,6 - Es.53,7 - Es.53,11 - Es.59,2 - Dán.12,2 - Matt.25,46 - Jóh.1,14 - Jóh.3,16 - Jóh.10,28 - Jóh.14,3 - Jóh. 14,6 - Jóh.14,16 - Jóh.14,26 - Jóh.16,8 - Jóh. 16,13 - Áp.1,4 - Áp.1,8 - Áp.1,11 - Róm.3,24 - Róm.5,1 - Róm.8,1 - 1 Kor.12,13 - 1 Kor.15,4 - 1 Kor.15,21 - 1 Kor.15,22 - 1 Kor.15,28 - 1 Kor.15,54 - 2 Kor.5,17 - 2 Kor.5,21 - 2 Kor.13,13 - Gal.3,26 - Ef.2,8 - Ef.2,9 - Ef.4,30 - 1 Tess.4,16 - 1 Tess.4,17 - 2 Tim.3,16 - Tit.2,13 - Tit.3,5 - Hebr.1,3 - 1 Pæt.1,3 - 2 Pæt.1,21 - 1 Jóh.2,2 - 1 Jóh.5,12 - 1 Jóh.5,13 - Op.1,7 - Op.1,18 - Op.5,9 - Op.5,12 - Op.20,15 - Op.22,13 - Op.22,20
Bíbliutýðing V. Danielsens:
1 Mós.1,1 - Í upphavi skapti Gud himmal og jørð.
1 Mós.1,26 - So segði Gud: "Latið Okkum gera menniskju í bílæti Okkara, til at vera Okkum lík!...
Es.9,6 - Tí Barn er føtt okkum, Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla; Hann eitur Undurfullur, Ráðgevari, Veldigur Gud, Ævigur Faðir, Friðarhøvdingi.
Es.9,7 - Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin, yvir hásæti Dávids og yvir ríki hansara; tað skal verða styðjað og hildið uppi við rætti og rættvísi, frá nú og til ævigar tíðir; álvara HARRANS Guds herskaranna skal gera hetta!
Es.53,5 - Men Hann varð særdur fyri brot okkara, soraður fyri misgerðir okkara; straffin varð løgd á Hann, so vit skuldu hava frið, og við sárum Hansara eru vit grødd.
Es.53,6 - Vit viltust øll av leið sum seyður, vit vendu okkum hvør sín veg; men HARRIN læt falla á Hann skyldina, ið lá á okkum øllum.
Es.53,7 - Hann varð illa viðfarin, og Hann bar tað stillur, Hann læt ikki upp munnin – sum lamb, ið verður leitt avstað at verða dripið, og sum seyður, ið tegir, táið teir royta hann – Hann læt ikki upp munnin.
Es.53,11 - Aftur fyri at sál Hansara hevur havt møði, skal Hann fáa tað at síggja, sum Hann mettast av; harvið, at tey kenna Hann, skal hin rættvísi, tænari Mín, rættvísgera mong, Hann, sum bar misgerðir teirra.
Es.59,2 - Nei, tað eru misbrot tykkara, ið hava gjørt skilnað millum tykkum og Gud tykkara, og syndir tykkara fjala andlit Hansara fyri tykkum, so Hann hoyrir ikki.
Dán.12,2 - Og mong, sum í moldini sova, skulu vakna upp, summi til ævigt lív, og summi til skomm, til æviga andstygd.
Matt.25,46 - Og hesi skulu fara burtur til æviga revsing, men hini rættvísu til ævigt lív."
Jóh.1,14 - Orðið varð hold og tók bústað millum okkara, fullur av náði og sannleika, og vit sóu dýrd Hansara, dýrd sum hana, ið einborin Sonur hevur frá Faðir Sínum.
Jóh.3,16 - Tí so elskaði Gud heimin, at Hann gav Son Sín, hin einborna, fyri at hvør tann, ið trýr á Hann, skal ikki fortapast, men hava ævigt lív.
Jóh.10,28 - Og Eg gevi honum ævigt lív; hann skal aldri í allar ævir fortapast, og eingin skal ríva hann úr hond Míni.
Jóh.14,3 - Og táið Eg eri farin burtur og havi gjørt tykkum stað til reiðar, komi Eg aftur og taki tykkum til Mín, so eisini tit skulu vera, har sum Eg eri.
Jóh. 14,6 - Jesus svaraði honum: "Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.
Jóh.14,16 - Og Eg skal biðja Faðirin, og Hann skal geva tykkum annan Talsmann at vera hjá tykkum allar ævir,
Jóh.14,26 - men Talsmaðurin, Heilagi Andin, sum Faðirin skal senda í navni Mínum, skal læra tykkum alt og minna tykkum um alt, sum Eg havi sagt tykkum.
Jóh.16,8 - Táið Hann kemur, skal Hann sannføra heimin um synd, rættvísi og dóm –
Jóh. 16,13 - Men táið Hann, Andi sannleikans, kemur, skal Hann leiða tykkum í allan sannleikan. Tí Hann skal ikki tala av Sær sjálvum, nei, tað, sum Hann hoyrir, skal Hann tala, og tað, sum koma skal, fer Hann at kunngera tykkum. Áp.1,4 - Meðan Hann nú var saman við teimum, gav Hann teimum tað boð, at teir skuldu ikki fara úr Jerúsalem, men bíða eftir tí, sum Faðirin hevði lovað – "sum tit", segði Hann, "hava hoyrt Meg tala um.
Áp.1,8 - Men tit skulu fáa kraft, táið Heilagi Andin kemur yvir tykkum, og tit skulu vera vitni Míni, bæði í Jerúsalem og í øllum Judea og Samaria og líka til enda jarðarinnar."
Áp.1,11 - Teir søgdu: "Tit menn úr Galilea! Hví standa tit og hyggja upp móti himli" Hesin Jesus, sum er tikin upp til Himmals frá tykkum, skal koma aftur, á sama hátt sum tit sóu Hann fara til Himmals."
Róm.3,24 - og tey verða rættvísgjørd fyri einki av náði Hansara, við endurloysingini, sum er í Kristi Jesusi,
Róm.5,1 - Rættvísgjørd av trúgv hava vit tí nú frið við Gud við Harra okkara Jesusi Kristi.
Róm.8,1 - So er nú eingin fordøming fyri tey, sum í Kristi Jesusi eru.
1 Kor.12,13 - Tí við einum Anda vórðu vit jú øll doypt at vera eitt likam, annaðhvørt vit nú eru Jødar ella Grikkar, trælir ella fræls; og vit hava øll fingið ein Anda at drekka.
1 Kor.15,4 - at Hann varð jarðaður, at Hann reis upp triðja dagin, eftir skriftunum,
1 Kor.15,21 - Við tað at deyðin kom við einum menniskja, er eisini uppreisn hinna deyðu komin við einum menniskja.
1 Kor.15,22 - Tí eins og øll doyggja í Ádami, so skulu eisini øll verða gjørd livandi í Kristusi
1 Kor.15,28 - Táið tá alt er lagt undir Hann, skal Sonurin sjálvur eisini leggja Seg undir tann, ið legði alt undir Hann, fyri at Gud skal vera alt í øllum.
1 Kor.15,54 - Táið tá hetta forgeingiliga hevur latið seg í óforgeingiligleika, og hetta deyðiliga hevur latið seg í ódeyðiligleika, tá gongur orðið út, sum skrivað er: "Deyðin er uppsvølgdur í sigur!"
2 Kor.5,17 - Um tí ein er í Kristusi, er hann nýggjur skapningur, hitt gamla er farið – tað er vorðið nýtt.
2 Kor.5,21 - Hann, sum kendi ikki synd, gjørdi Hann til synd fyri okkum, fyri at vit í Honum skulu verða rættvísi Guds.
2 Kor.13,13 - Náði Harrans Jesu Krists, kærleiki Guds og samfelag Heilaga Andans veri við tykkum øllum!
Gal.3,26 - Tit eru jú øll børn Guds við trúnni á Kristus Jesus.
Ef.2,8 - Tí av náði eru tit frelst, við trúgv – og tað ikki av tykkum sjálvum, tað er gáva Guds,
Ef.2,9 - ikki av verkum – fyri at eingin skal rósa sær.
Ef.4,30 - Gerið ikki Heilaga Anda Guds sorg, Honum, sum tit eru innsiglað við til endurloysingardagin!
1 Tess.4,16 - Harrin skal sjálvur koma niður av Himli við veldisrópi, við rødd yvireingils og lúðuri Guds, og tey, sum deyð eru í Kristusi, skulu fyrst rísa upp;
1 Tess.4,17 - síðani skulu vit, ið liva – sum eftir eru – verða rykt burtur í skýggjum saman við teimum at møta Harranum í luftini; og so skulu vit altíð vera saman við Harranum.
2 Tim.3,16 - Øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi,
Tit.2,13 - meðan vit vænta hina sælu vón og opinbering dýrdar hins stóra Guds og Frelsara okkara Jesu Krists,
Tit.3,5 - frelsti Hann okkum, ikki fyri rættvísiverk, ið vit høvdu gjørt, men eftir miskunn Síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í Heilaga Andanum,
Hebr.1,3 - Hann er ljómi dýrdar Hansara og ímynd veru Hansara, og Hann ber alt við orði máttar Síns; tí settist Hann, táið Hann hevði gjørt reinsan fyri syndir okkara, við høgru hond hátignarinnar á hæddini.
1 Pæt.1,3 - Lovaður veri Gud og Faðir Harra okkara Jesu Krists, sum eftir stóru miskunn Síni hevur endurføtt okkum til livandi vón við uppreisn Jesu Krists frá hinum deyðu
2 Pæt.1,21 - Tí aldri er nakað profetorð komið fram av vilja menniskja; nei, drivnir av Heilaga Andanum talaðu heilagir menn Guds.
1 Jóh.2,2 - Hann er bót fyri syndir okkara – og ikki bert fyri okkara, men eisini fyri syndir als heimsins.
1 Jóh.5,12 - Tann, ið hevur Sonin, hevur lívið; tann, ið ikki hevur Son Guds, hevur ikki lívið.
1 Jóh.5,13 - Hetta havi eg skrivað til tykkara, fyri at tit skulu vita, at tit hava ævigt lív, tit, ið trúgva á navn Guds Sonar.
Op.1,7 - Hann kemur við skýggjunum, og hvørt eyga skal síggja Hann, eisini teir, sum hava stungið Hann; og allar ættir jarðarinnar skulu gráta sárt yvir Honum. – Ja, amen!
Op.1,18 - "Óttast ikki! Eg eri hin fyrsti, hin síðsti og hin livandi. Eg var deyður, men hygg, Eg eri livandi í aldur og allar ævir! Eg havi lyklar deyðans og deyðaríkisins.
Op.5,9 - Tey sungu nýggjan song og søgdu: "Verdur ert Tú at taka bókrulluna og lata upp innsigli hennara, tí Tú vart dripin og keypti við blóði Tínum Gudi menniskju av øllum ættum, tungumálum, fólkum og fólkasløgum
Op.5,12 - Teir søgdu við harðari rødd: "Verdigt er lambið, hitt dripna, at fáa mátt, ríkdóm, vísdóm, styrki, heiður, dýrd og signing!"
Op.20,15 - Um onkur ikki fanst skrivaður í bók lívsins, varð hann kastaður í eldsjógvin.
Op.22,13 - Eg eri alfa og omega, hin fyrsti og hin síðsti, upphavið og endin.
Op.22,20 - Hann, sum vitnar hetta, sigur: "Ja, Eg komi skjótt!" Amen! Kom, Harri Jesus!