Soleiðis sært tú IKTUS


Tað eru í hvussu er 4 háttir at síggja rásina IKTUS digitalt:
1)  Tann fyrsti er við einum sjónvarpi, sum hevur DVB-T móttakara innbygdan, tað hava nýggj flatsjónvørp.
2)  Tann næsti hátturin er við einum leysum DVB-T móttakara, t.d. Televarpsmóttara.
3)  Tann triði er við einum harðdiskupptakara við innbygdum DVB-T móttakara 
4)  og til seinast við einari farteldu við innbygdum DVB-T ella leysum DVB-T USB stikki.
Allir háttirnir hava sjálvandi brúk fyri eini UHF antennu, sum t.d. Televarpshyggjarar longu hava.
Leitast skal á "Digital tuner" eftir digitalum rásum.
NB! Minnist til at stilla klokkuna á føroyska tíð (GMT +0), so blívur klokkan á EPG ella info skráini røtt.
 
Sendinetið:
IKTUS verður sent, sum er, talgilt (digitalt) á sendinetinum hjá R2Net frá hesum sendarum:
Í Søldarfirði*, sum sæst í Skálafirði, Runavík og Saltnes – á 546 Mhz (kanal 30, pol.H) - nýggjur frekvensur!
Á Nólsoynni, sum sæst í miðstaðarøkinum, og í parti av Skálafjørðinum og Sandoynni - á 578 Mhz (kanal 34, pol.H) -
Á Varða, sum sæst í Tórshavn, á Argjum og á Toftum - á 554 Mhz (kanal 31, pol.H) -
Á Oyrnafjalli í Suðuroynni, sum sæst á Tvøroyri (skjótt eisini Øravík og parti av Fámjin) - á 530 Mhz (kanal 28, pol.H) -
Á Spinunum í Suðuroynni, sum sæst uttast í Vági og parti av Porkeri (frá minnisvarðanum og eystureftir) - á 570 Mhz (kanal 33, pol. H) - 
Í Vági frá sendara omanfyri bygdina, røkkur eisini til Akrar - á 554 Mhz (kanal 31, pol. H) - 
Á Gøtueiði, sum sæst í Gøtunum – á 538 Mhz (kanal 29, pol.H) -
Í Norðragøtu, sum sæst í Gøtunum - á 570 Mhz (kanal 33, pol.H) -
Á Varmakeldu, sum sæst í Kambsdali og Fuglafirði - á 530 Mhz (kanal 28, pol.H) -
Á Klakki, sum sæst í  Klaksvík og Leirvík - á 554 Mhz (kanal 31, pol.H) -
(vegna órógv á frekvensinum hevur Klakkur skift til 538 Mhz (kanal 29, pol.H)

*Hetta er ein nýggjur frekvensur, 14. nov. 2014!

NB! Fyri at síggja IKTUS digitalt má ein hava beinleiðis sýni, við ongum fjalli uppfyri, til ein av sendarunum, ið senda IKTUS. Leita á digital tuner.
Sí teigin "Trupulleikar", um tit hava trupulleikar við at myndin frystir ella ikki kemur fram.

Vegleiðing at leita IKTUS inn á nýggjum Televarpskassum er her: FT001-HD, TV HD-2, og Samsung sjónvarp.
 
Broytingar í frekvensum kunnu koma fyri, sí heimasíðuna!