Leygardag 03. febr. 2024

Signalið hjá IKTUS á sendistøðini á Sornfelli er farið av stormi, og tað ávirkar signalið í Vestmanna, Kvívík og á sendistøðunum í Suðuroy. Arbeitt verður við málinum.

12. febr: Nú er signal aftur á Sornfelli.




Sunnudag 10. des. 2023

IKTUS í Klaksvík og Leirvík:
Signalið hjá IKTUS er óstøðugt á Klakki. Masturin hevur tíverri fingið skaða og tað ávirkar serliga signalið til Leirvíkar - fyribils er einki signal í Leirvík. 

Arbeitt verður við málinum, men veðrið ávirkar nær vit fáa arbeitt við nýggjari mastur og umvælt útgerð.




Týsdag 07. febr. 2023

Signalið hjá IKTUS er tíverri óstøðugt á sjónvarpssendarum í Norðragøtu, og tað ávirkar signalið á Varmakeldu eisini. Arbeitt verður við málinum.




Týsdag 20. des. 2022


Nakrir hyggjarar í Klaksvík hava boða frá, at tey hava ikki sæð IKTUS í nakrar dagar. Arbeitt verður við málinum.

23. des:  Menn hava verið í Nólsoy og á Klakki, men arbeiði er tíverri ikki liðugt enn, vónandi fáa vit signal aftur í Klaksvík millum jól og nýggjár.

29. des:  Nú er signal aftur á Klakki.




Mikudag 23. febr. 2022

IKTUS misti tíverri signalið á høvuðsstøðini í Nólsoy í nátt vegna streymslit av toru. Hetta ávirkar signalið í Tórshavn, Klaksvík, Gøtu og í Fuglafirði.
S
endarnir í Søldafirði, í Suðri, á Sornfelli og í Vestmanna senda sum vanligt, tí teir eru ikki knýttir at Nólsoy longur
.

23. febr. kl. 14: Tíverri hevur ymiskt á sendistøðini fingið skaða. Toran slerdi í streymføring hjá SEV, og tað ávirkaði eisini sendistøðina hjá R2net. Arbeitt verður við málinum.

24. febr. kl. 12: Nú er signalið hjá IKTUS komið aftur!



Sunnudag 14. nov. 2021


Nakrir hyggjarar í Tórshavn hava boða frá, at tey hava ikki sæð IKTUS í nakrar dagar. Møguliga hevur sendistøðin á Varða fingið skaða av toruni herfyri, arbeitt verður við málinum.

16. nov.:  Nú er signal aftur á Varða.




Mánadag 20. sept. 2021

Signalið er tíverri óstøðugt á nøkrum sjónvarpssendarum hjá R2net í løtum, arbeitt verður við málinum.




Leygardag 08. mai 2021


Kunning frá R2net og IKTUS:

Vegna umlegging á sendistøð hjá R2net, verður einki signal eina løtu millum kl 18 og 19 í kvøld.




Mánadag 15. febr. 2021


IKTUS hevur tíverri óstøðugt ella vánaligt signal frá Nólsoy onkrar dagar og tað ávirkar signalið á fleiri øðrum sendistøðum.
25. febr: Vit vóna at fáa skift sendara á sendistøðini í Nólsoy í komandi viku.

02. mars: Arbeitt verður uppá sendistøðina í Nólsoy í dag, tí hava fleiri hyggjarar hjá IKTUS óstøðugt ella einki signal í dag. IKTUS sæst tíverri ikki í Tórshavn, tí ein antenna er í ólagi, vónandi fáa vit signal aftur hósdagin.

04. mars kl. 18:  Nú er signal aftur í Tórshavn.




Hósdag 05. nov. 2020


Onkur antenna á Nólsoy er allarhelst farin av vindi, tí er signalið óstøðugt í fleiri støðum, m.a. í Gøtu, av Varmakeldu og á Klakki.



Hósdag 24. sept. 2020


IKTUS hevur tíverri einki signal á Klakki vegna streymslit, tað ávirkar hyggjarar í Klaksvík - SEV 
arbeiðir við málinum.

25. sept.:  Nú er signal aftur á Klakki. 



Sunnudag 21. juni 2020


IKTUS hevur tíverri einki signal frá Varmakeldu í løtuni, tað ávirkar hyggjarar á Kambsdali og í Fuglafirði, 
arbeitt verður við málinum.
Lurtast kann á heimasíðuni hjá R7 sunnukvøld frá kl 21:00, tá samsenda IKTUS og R7.

23. juni kl. 21:30:  Nú er signal aftur á Varmakeldu. 




Mánadag 25. mai 2020

IKTUS hevur tíverri einki signal frá Gøtueiði í løtuni - tað ávirkar sendarnar í Norðragøtu og á Varmakeldu, 
arbeitt verður við málinum.

26. mai kl. 22:  Nú er signal aftur á Gøtueiði. 




Mikudag 04. mars 2020

Signalið er tíverri óstøðugt á nøkrum sjónvarpssendarum hjá R2net í løtum, allarhelst má onkur útgerð skiftast út, arbeitt verður við málinum.



Mikudag 11. des. 2019


IKTUS hevur tíverri einki signal frá Gøtueiði í løtuni vegna stormskaða - tað ávirkar sendarnar í Norðragøtu og á Varmakeldu.

13. des. kl. 20:  Nú er signal aftur á Gøtueiði.
14. des. kl. 01:  Nú er signal aftur í Norðragøtu og á Varmakeldu.




Sunnudag 08. des. 2019


IKTUS misti 
tíverri signalið á høvuðsstøðini í Nólsoy eina løtu í dag vegna streymslit.
S
endarin í Søldafirði sendi sum vanligt, tí hann er ikki knýttur at Nólsoy longur (kanal 30, 546 Mhz).




Mikudag 18. sept. 2019


Sendistøðin hjá R2net í Nólsoy fer at hava óregluligt signal í dag millum kl.11:40 og 16:00, tí arbeitt verður við sendinetinum. Tað ávirkar fleiri aðrar sendistøðir, sum senda IKTUS.
Sendarin í Søldafirði sendir sum vanligt, tí hann er ikki knýttur at Nólsoy longur
 (kanal 30, 546 Mhz).



Týsdag 18. juni 2019


Sendinetið verður umlagt hesa vikuna.
Í dag og til hósdagin kann signalið hjá IKTUS verða burtur onkra løtu vegna arbeiði uppá sendinetið hjá R2net.




Leygardag 08. juni 2019


Sendinetið verður umlagt í dag.
Í dag millum kl.14:00 og 16:00 verður sendinetið umlagt, og tá verður einki sjónvarpssignal eina løtu.




Hósdag 04. apr. 2019


IKTUS sendir nú bert á IKTUS HD !!
Í flestu førum virkar nýggja IKTUS rásin (frá 2018), uttan at nøkur broyting skal gerast í sjónvarpinum, og hon liggur oftast tætt við gomlu IKTUS rásina og sjónvarpsrásina hjá R7.

Um ikki, so kunnu rásirnar leitast inn av nýggjum. Sí teigin "Vegleiðingar".
Øll nýggjari sjónvørp kunnu móttaka HD rásir.

Fyri at síggja IKTUS má man hava visuelt sýni til eina sendistøð, og antennan skal venda horisontalt móti sendistøðini; síðani leitar man rásirnar inn. Tær ymisku sendistøðirnar hava hvør sín frekvens. Einki hús ella fjall má koma fyri signalið.

Vegleiðing at leita inn er á heimasíðuni undir teiginum "Vegleiðingar".


Antennur eru ójavnar og eldast eisini, fyri at fáa best signal, skal antennan vera góð. Útiantennur eru ofta best og mugu í Føroyum skiftast 5-8 hvørt ár fyri at vera góðar. Tó fáast eisini góðar inniantennur nú.

NB!! Fleiri av nýggju antennunum hava filtur, sum verja móti órógvi á frekvensinum, tí í dag er sera nógv sum kann órógva sjónvarpssignalið, men um man brúkar "gamlar" káplar at forleingja við, so kann signalið blíva vánaligt av teimum. 
Tað er umráðandi, at allir káplar og stik eru av góðum kvaliteti og væl skermaði!




Fríggjadag 08. febr. 2019


IKTUS í Klaksvík og Leirvík:
Signalið á Klakki hevur tíverri verið óstøðugt til tíðir.
Í nov. 2018 skiftu vit frekvens til 538 Mhz (kanal 29, pol H), og tá bleiv betur, men nú er aftur ólag. Arbeitt verður við málinum.
14. febr:  Ein antenna hevði flutt seg eitt sindur av vindi, nú vóna vit, at signalið verður støðugt á Klakki.



Fríggjadag 22. des. 2018


Í løtuni eru tvær IKTUS rásironnur er HD og sendir fyribils bert teir dagar, tá nýggjar sendingar verða sendar,  tvs sunnudag og í seinnu helvt av vikuni.

Um onkur hevur mist signalið hjá IKTUS - mynd ella ljóð - kann vera at rásirnar mugu leitast inn av nýggjum. 
Í summum førum er best fyrst at sletta allar rásirnar hjá R2net, og so leita manuelt eftir somu rásum av nýggjum, t.d. á Televarpskassanum HD-2.
Sí frekvens undir teiginum Vegleiðingar.

Um onkur bara hevur mist myndina á R7, sum nú sendir í HD, kann orsøkin vera at móttakarin ella sjónvarpið er eitt eldri model, sum ikki tekur ímóti Mpeg-4 ella HD.




Fríggjadag 16. nov. 2018


IKTUS í Klaksvík og Leirvík:
Kunning frá R2net: Signalið á Klakki hevur verið óstøðugt seinastu tíðina. Vit hava arbeitt við málinum, og niðurstøðan er helst tann, at vit mugu skifta frekvens.
Fyribils er skift til 538 Mhz (kanal 29, pol H), sama sum á Gøtueiði. IKTUS má tí leitast inn av nýggjum í Klaksvík og í Leirvík!



Leygardag 10. nov. 2018

IKTUS hevur tíverri einki signal frá Gøtueiði í løtuni - tað ávirkar sendarnar í Gøtu og á Varmakeldu.
14. nov:  Nú er signal aftur í Gøtu og á Varmakeldu.



Hósdag 02. aug. 2018


Sjónvarpssendinetið hjá R2net hevur skift nakað av útgerð.
Um onkur hevur mist signalið hjá IKTUS - mynd ella ljóð - kann vera at rásirnar mugu leitast inn av nýggjum.
Nakrir móttakarar brúka eina løtu at finna myndina, so tað kann hjálpa at standa eina løtu á rásini.
Í summum førum er best fyrst at sletta rásirnar hjá R2net, og so leita manuelt eftir somu rásum av nýggjum, t.d. á Televarpskassanum HD-2.
Um onkur bara hevur mist myndina á R7, sum nú sendir í HD, kann orsøkin vera at móttakarin ella sjónvarpið er eitt eldri model, sum ikki tekur ímóti Mpeg-4 ella HD.

Um stutta tíð fer IKTUS eisini at skifta til Mpeg-4 og at senda í HD (í løtuni eru tvær IKTUS rásir, onnur verður HD).

14. Aug: IKTUS hevur einki signal frá sendistøðini í Nólsoy í løtuni - bara á Skálafjørðinum - arbeitt verður við málinum. 
15. Aug: IKTUS sendir nú aftur frá Nólsoy 
(í løtuni eru tvær IKTUS rásir, onnur verður HD).

Fyri at síggja IKTUS má man hava visuelt sýni til eina sendistøð, og antennan skal venda horisontalt móti sendistøðini; síðani leitar man rásirnar inn. Tær ymisku sendistøðirnar hava hvør sín frekvens. Einki hús ella fjall má koma fyri signalið.

Vegleiðing at leita inn er á heimasíðuni undir teiginum "Vegleiðingar".


Antennur eru ójavnar og eldast eisini, fyri at fáa best signal, skal antennan vera góð. Útiantennur eru ofta best og mugu í Føroyum skiftast 5-8 hvørt ár fyri at vera góðar. Tó fáast eisini góðar inniantennur nú.

NB!! Fleiri av nýggju antennunum hava filtur, sum verja móti órógvi á frekvensinum, tí í dag er sera nógv sum kann órógva sjónvarpssignalið, men um man brúkar "gamlar" káplar at forleingja við, so kann signalið blíva vánaligt av teimum. 
Tað er umráðandi, at allir káplar og stik eru av góðum kvaliteti og væl skermaði!




Týsdag 29. mai 2018

Signalið hjá IKTUS frá Nólsoy hevur tíverri verið óstøðugt seinastu tíðina; annaðhvørt vegna brek á sendinetinum ella órógv á frekvensinum. Tað hevur ávirkað signalið á øðrum støðum eisini.

26. juli:  Nýggjur sendari er settur til, og nýggjar antennur eru eisini bílagdar til sendistøðina í Nólsoy, fyri at fáa signalið so gott og stabilt sum gjørligt innan stutta tíð.




Týsdag 15. mai 2018

Sendarin á Gøtueiði verður sløktur eina løtu seinnapartin í dag, tí ein antenna verður skift. 
Tað ávirkar signalið í Gøtu, á Kambsdali og í Fuglafirði.




Mánadag 23. apr. 2018


Signalið hjá IKTUS hevur verið óregluligt í støðum seinastu tíðina; tað hevur tó oftast verið stuttar løtur í senn, tí var torført at finna hvat trupulleikin er, annaðhvørt brek á onkrum tóli ella órógv á frekvensinum. Vit vóna, at trupulleikin kann loysast skjótt.
Týsdag 24. apr:  Umvælingar eru gjørdar í dag, og vit vóna, at signalið er í lagi nú.
Týsdag 08. mai:  Signalið er enn óregluligt t.d. í Klaksvík. Signalið frá sendistøðini í Nólsoy er allarhelst ov veikt, ella er órógv á frekvensinum. Arbeitt verður við málinum, og vit vóna, at tað verður betur seinast leygardagin.
Leygardag 12. mai: Umvælingar eru gjørdar í dag, og vit vóna, at signalið í Klaksvík er betur nú. Tó má størri sendari setast til í Nólsoy, og vit vænta, at hann verður klárur um 2-3 vikur.




Fríggjadag 23. mars 2018

Sendarin á Gøtueiði verður sløktur uml. kl. 22:00 í kvøld vegna umvæling! 
Tað ávirkar signalið í Gøtu, á Kambsdali og í Fuglafirði. Vit vóna, at sendarin kann setast til aftur leygardagin.
Leyg. 24. mars:  Sendarin á Gøtueiði er settur til aftur og sendir nú sum vanligt.




Mánadag 01. jan. 2018


Viðvíkjandi Gøtu og Fuglafjørð:

Signalið hjá IKTUS frá Gøtueiði sløknaði tíverri í dag - tað ávirkar signalið í Gøtu og á Varmakeldu. Arbeitt verður við málinum.

Kl. 22:30: Nú er signalið komið aftur í Gøtu og Fuglafirði. Sendingin í kvøld verður send aftur mikudagin, 3. jan. Sí skráina.




Týsdag 22. aug. 2017

Klaksvík:
Signalið á Klakki hevur verið óregluligt seinastu tíðina. Vit halda at ein antenna skal skiftast; vónandi verður tað ein av næstu døgunum.

30. - 31. aug: Ein antenna er skift, og vit vóna, at signalið er i lagi nú.




Týsdag 27. juni 2017


Vágur:
Nýggjur sjónvarpssendari er settur til omanfyri bygdina í Vági.
Leita manuelt á digitalum tunara á kanal 31 (554 Mhz), sæst eisini á Økrum. 
Ein sendari er eisini á Spinunum, kanal 33 (570 Mhz), sæst uttast í Vági og parti av Porkeri (frá minnisvarðanum og eystureftir).
UHF antennur skulu venda móti ávísu sendistøðini, og tað má vera visuelt sýni. Einki fjall ella bygningur má vera fyri. Sí teigin "Vegleiðingar".




Fríggjadag 02. juni 2017


Klaksvík:
Nýggjur sjónvarpssendari er settur til uppi á Klakki í Klaksvík.
NB! Um onkur í Klaksvík ella Leirvík missir signalið, so kann IKTUS leitast inn av nýggjum. Leita manuelt á digitalum tunara á kanal 31 (554 Mhz).
UHF antennur skulu venda móti ávísu sendistøðini, og tað má vera visuelt sýni. Einki fjall ella bygningur má vera fyri. Sí teigin "Vegleiðingar".




Leygardag 21. jan. 2017


Sendistøðin hjá R2net í Nólsoy fer at hava óregluligt signal millum kl.10:00 og 11:00, tí nýggjur sjónvarpssendari verður settur til.
NB! Um onkur í Tórshavn missir signalið í dag, so skal IKTUS leitast inn av nýggjum. Leita manuelt á digitalum tunara á kanal 34 (578,0 Mhz). Gamli sendarin í Nólsoy sendi á 578,18 Mhz, tí mugu nøkur tól leitast inn av nýggjum. Antennan skal venda móti Nólsoy.
-Sendarin á Varða sendir á kanal 31 (554 Mhz). Antennur skulu venda móti ávísu sendistøðini, og tað má vera visuelt sýni. Einki fjall ella bygningur má vera fyri. Sí teigin "Vegleiðingar".




Nýggjársaftan 31. des. 2016

Veðrið hevur verið sera vánaligt, og tíverri hava fleiri tól fingið skaða. Nøkur tól eru umvæld og onnur verða umvæld ella skift út í næstum.
31. des: Staðfest er at sendarin á Klakki (í Klaksvík) hevur tíverri fingið brek, allarhelst av toru ella óregluligum streymi á jólum.

01. jan: Sendarin bleiv tikin oman av fjallinum í dag. Vónandi kann hann umvælast ein av næstu døgunum, annars verður ein nýggjur sendari bílagdur.
10. jan: Sendarin á Klakki kann nokk ikki umvælast, vit bíða eftir øðrum sendara. Vónandi kann IKTUS skjótt síggjast aftur í Klaksvík.

15. jan: Á Tvøroyri er møguliga heldur einki signal enn, men vit vóna at fáa signal skjótt aftur á Oyrnafjalli og í Vági.
22. jan: 
Ein roynd er gjørd at umvæla sendaran á Klakki, og hann er settur til aftur. Nýggjur sendari er bílagdur og er á veg.




Jólaaftan 24. des. 2016

IKTUS hevur tíverri mist signalið á høvuðsstøðini í Nólsoy tíðliga í morgun, allarhelst vegna toru. IKTUS sæst í løtuni bert á Skálafjørðinum - sendarin í Søldafirði sendir sum vanligt, tí hann er ikki knýttur at Nólsoy longur (kanal 30, 546 Mhz).

26. des. kl 16:30: Nú er signalið hjá IKTUS komið aftur!



Mikudag 21. des. 2016


IKTUS hevur tíverri mist signalið á høvuðsstøðini í Nólsoy í kvøld, allarhelst vegna toru. IKTUS sæst í løtuni bert á Skálafjørðinum - s
endarin í Søldafirði sendir sum vanligt, tí hann er ikki knýttur at Nólsoy longur (kanal 30, 546 Mhz).
22. des. kl 10:00: Nú er signalið hjá IKTUS komið aftur!



Fríggjadag 21. nov. 2014


Viðvíkjandi Sandoy og Suðuroy:

Sendinetið hjá R2net fekk signal aftur leygardagin 15. november. Tá sóu vit, at sendarin á Knúki í Sandoynni ikki virkar, sum hann skal, og tí er heldur einki signal í Suðri. Fyribils er ein annar settur í staðin; men hann er veikari, og allarhelst ov veikur at geva signal til Oyrnafjall í Suðri. Arbeitt verður við at umleggja sendinetið, so Oyrnafjall kann fáa signal beinleiðis frá Nólsoy. Vit vóna tað verður skjótt.
08. des. Minni sendarin, sum varð settur upp á Knúk, er møguliga sløknaður vegna toru í vikuskiftinum. Tað vísir seg at Knúkur á Sandoy verður ofta raktur av toru.
2015: Sendiútgerðin á Knúki er tikin niður, tí umframt at sendistøðin varð ofta rakt av toru, so blivu vit uppsøgd av bóndanum, so tað er ein avbjóðing í løtuni at fáa signal til Sandoy, Tvøroyri, Vág og Miðvág. R2net má væntandi byggja nýggja sendistøð á øðrum stað á Sandoy. Vónandi á vári 2016.

okt. 2016: Nú er signal aftur á Oyrnafjalli á Tvøroyri, kanal 28.
juni 2017: Nú er signal aftur í Vági, kanal 31.